Send fyrispurning um høli ella pall
Varpið hevur góðar og fjølbroyttar karmar til alskyns tiltøk, eitt nú fundir, ráðstevnur, skeið, starvsfólkadagar, veitslur, framsýningar, framførslur, verkætlanir, v.m.
Yvirlitið niðanfyri lýsir tey ymisku hølini
Forsalurin (foyer): umleið 60-120 fólk
Salurin: umleið 100 – 500 fólk
Býarsalurin: umleið 30-60 fólk (kann nýtast saman við kaféini, um tørvur er á meira plássi)
Fundarrúmini í Varpinum eru uppkallaði eftir gomlu bygdunum ið seinni gjørdust til Klaksvík
Uppsalir: 15-25 fólk
Gerðar: 10–20 fólk
Vág: 5-10 fólk
Myrkjanoyri: 10-20 fólk
Onnur høli í Varpinum
Venjingarhøli 1 (30 m2)
Venjingarhøli 2 (20 m2)
Venjingarhøli 3 (33 m2)
Verkætlanarrúm (50 m2)
Verkstaður (70 m2)
Ynskja tit at leiga høli til eitthvørt endamál, eru tit vælkomin at senda okkum ein fyrispurning.
Svar frá okkum kemur skjótast gjørligt, um møguleikar og vegleiðandi prísir fyri einstaka hølið. Verða fleiri høli leigaði til sama tiltak, um somu tíð, verður tilboð givið uppá savnaðan prís.
GG: Sera nógv virksemi er í Varpinum. Tí er skilagott at kanna møguleikarnar, í góðari tíð frammanundan.