Búmerki og brúk

Snið og leiðreglur um brúk av búmerkinum

Einhvør nýtsla av búmerkinum verður avtalað frammanundan, umvegis varpid@varpid.fo

 

 

Vakra búmerkið hjá Varpinum er sniðgivið av Jastrid Gullksen frá Grafia 

Luftin er kvirr, oktobernátt … 

Uppi yvir okkum í floyalsbláu náttini er bjarti mánin og har ja, har er Karlsvognurin. Dregur tú tvær linjur millum aftastu stjørnurnar, finnur tú klárastu stjørnuna, Norðstjørnan, ið altíð stendur í ein beinan norðan. Hon stendur so sterk á himmalhválvinum og fangar eygað, dregur og fær teg at droyma eina løtu, langt burtur frá tí kenda, ein løta í løtuni. Ongantíð hevur verið ein klárari stund enn henda. Henda stundin sigur mær, at her hoyri eg heima. Eg eri heima. Hetta er mín ætt.

Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið – summarið, veturin, várið og heystið. Úr øllum ættum koma tey at lurta, at hoyra at hyggja – at finna egnu listarligu áskoðan. Har áður var leitandi.

Fýra búðpláss

Vág, Uppsalar, Gerðar og Myrkjanoyri gerast til Klaksvík. Og nú eitt hús, ið er karmur um mentanartiltøk, har fólk koma at uppliva, framføra og njóta.

Her rúmast alskyns greinar av tónleiki, list, ráðstevnur, tiltøk, fyrilestrar, sum birta eina kenslu um at trína nærri, síggja meira og til at uppliva tað, ið út verður varpað.

Alt fyri, at vit saman og sum einstaklingar kunnu fáa upplivingar, kunnu sansa og læra og soleiðis mennast.

Norðstjørnan sløknar og spreiðir út sítt stjørnudust.

Fantastiskt at kunna finna sær skjól og mentuna her hjá okkum.

Um merki

Skriftin er ein nútímans typografi, ið stuðlar undir búmerki

Scroll to Top