Loading Events
  • This event has passed.

“Afturbrá” bókaframløga – Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

17. november, 16:00 - 18:00

Free

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, birtast mangar sjaldsamar hugsanir.

Ein slík hendi Jákupi Andreasen, meðan krúnusjúkan legði so mangt vanligt og gerandisligt lamið og fekk dagarnar at grána.

Hann vav sær eitt litfagurt klútateppi úr løtum, sum frystar eru í myndum, og skapti úr teimum ein bita um Norðoyggja søgu, sum hann sjálvur hevði verið vitni til.

Hann minnist allar teir í ketilsdrakt, teir í egningarskúrunum, fullfermdu bátarnar, ógvisligu ferðirnar út í útoyggjar eftir mjólk.

Hann hugdi at teimum, hann plagdi at síggja sum drongur og unglingi, og hugurin fór á reik. Hugareikingina festi hann á blað og skrásetti á henda hátt eitt gott blað í Norðoya søgu.
Ógemeina hugfangandi staðbundin søga.

Jákup leggur bókina fram í Varpinum sunnudagin tann 17. kl. 16.

Hann fer at vísa hesar stuttligu og mangan meistaraligu myndirnar á stórskíggja.

Møtið fjølment og endurlivið fólk og pláss, sum hava verið tykkum kær ella sjaldsom ella stuttlig.

Hetta verður sunnudagin tann 17. eftir døgurðalúrin, beint eftir kaffi, og áðrenn nátturðin stendur á borðinum.

Tiltakið hjá Sprotanum er alment og ókeypis.

Details

Date:
17. november
Time:
16:00 - 18:00
Cost:
Free
Scroll to Top