- This event has passed.
Claus Meyer um burðardygga matgerð í stórkøkum
4. october, 09:30 - 12:00
250 kr.Fríggjadagin 4.oktobur bjóða Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin til hugkveikjandi dag við virkna og slóðbrótandi danska kokkinum, Claus Meyer, í Klaksvík. Í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr Norðurlondum skrivaðu undir nýnorðurlendska matmanifestið, sum í stóran mun birti í stóra áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum í øllum norðurlondum – eisini í Føroyum.
Dagurin er í tveimum, har fyrraparturin í Varpinum ( frá kl. 9.30 til 11.30 ) er ætlaður øllum teimum, ið arbeiða dagliga við mati og matgerð – tað verið seg í matstovu, almennum og privatum kantinum, undirvísingarstovnum, búðstovnum ella egnari fyritøku.
Claus Meyer fer at deila egnar praktiskar royndir at skipa køksvirksemi burðardygt, og tosað verður bæði um umhvørvisliga, sosiala og fíggjarliga burðardygd.
Endamálið við tiltakinum er at geva føroyskum starvsfólkum íblástur og amboð at brúka á egnum arbeiðsplássum kring landið.
Kl. 11.30 fáa luttakararnir góðan, staðbundnan miðmála við rávørum í árstíð, og síðani verður farið á Skúlatrøð til almenna seinnapartstiltakið ( kl. 13.00 – 15.00 ), har Claus Meyer og føroysk matfólk fara at umrøða Norðurlendska Matmanifestið. Tað er ókeypis at luttaka á seinnapartstiltakinum, tó er neyðugt við skráseting (Sí tiltak á atgongumerki.fo)
Fyriskiparar eru Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin.