- This event has passed.
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum
30. october, 19:00 - 21:00
FreeElin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er seinna partur av orðabókagreipuni, sum farið varð undir í 2018.
Hetta stórverkið hevur hon fullfíggjað saman við mammu síni Lenu. Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forsalinum í Varpinum í Klaksvík tann 30 okt. kl. 19
Skrá
Jonhard Mikkelsen býður vælkomin
Torbjørn Jacobsen syngur ein góðan grønlendskan
Elin Neshamar leggur orðabókina fram
Lena Neshamar: Um at læra grønlendskt mál og mentan
Norðurlendskur studentaflokkur, sum er her í løtuni, ber eina heilsan
Edmund Joensen greiðir frá, hvussu fígging fekst í lag
Ein tøkk frá grønlendingum – Mari í Løðuni
Felagssangur – Tjóðsangirnir báðir
Vit vóna, at nógv fólk kemur í Varpið mikukvøldið at heiðra møðgurnar við sjaldsama avrikinum.
Aftan á framløgurnar verður høvi at práta saman og onkrir leskiligir bitar verða bodnir gestunum
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.
Sprotin