- This event has passed.
Mentorcafé: Hvat halda ung um leiðslu?
13. november, 19:00 - 21:30
Um hetta tiltakið hjá mentor.fo kann í stuttum sigast, at tað snýr seg um at vita, hvat tey ungu á arbeiðsmarknaðinum halda um, hvussu ein leiðari skal vera, og hvat tey leggja dent á í arbeiðinum.
Kanningar vísa, at tey ungu ynskja m.a.:
• At hava tætt samband við leiðaran
• At fáa vegleiðing og sparring
• At leiðarin lurtar og er sosialur
• At hava ávirkan á sítt starv
• At tað er góður trivnaður og stuttligt á arbeiðsplássinum
• At hava tætt samband við leiðaran
• At fáa vegleiðing og sparring
• At leiðarin lurtar og er sosialur
• At hava ávirkan á sítt starv
• At tað er góður trivnaður og stuttligt á arbeiðsplássinum
Hvussu eiga dagsins leiðarar at lofta hesum?
Kom til tiltakið!
Vit bjóða tær innlit í hvussu arbeiðsumhvørvið í Føroyum er, við denti á tey ungu og innlit í arbeiðsmarknaðin og ættarliðini í Føroyum.
Vit bjóða tær innlit í hvussu arbeiðsumhvørvið í Føroyum er, við denti á tey ungu og innlit í arbeiðsmarknaðin og ættarliðini í Føroyum.
Tað eru Annika Helgadóttir Davidsen og Durita Fagradal Augustinussen, sum leggja fram síni kanningarúrslit.
Vit hava savnað nøkur ung fólk, sum luttaka í panelpráti um ung og leiðslu.
Vit fara eisini at hoyra um, hvussu ein mentortilgongd er.
Vit práta, mingla og hoyra góðan tónleik.
Vit fara eisini at hoyra um, hvussu ein mentortilgongd er.
Vit práta, mingla og hoyra góðan tónleik.
Afturvið eru smábitar, køka, kaffi og annað leskiligt.
Ynskir tú at luttaka, vinarliga send eina fráboðan til barbara@mentor.fo í seinasta lagi mánadagin 11. november.
Føroya Mentorskipan, sum er ein almannagagnligur felagsskapur, arbeiðir við persónligari leiðslumenning av verandi og komandi leiðarum.