- This event has passed.
Óstýriligar kvinnur hava tað stuttligari!
9. september, 19:00 - 20:30
185 kr.Emilia Van Hauen vitjar Varpið við fyrilestrinum:
“Tak plássið. Frígev hugin og skapandi evnini”
Tað er ikki uttan orsøk, at tað var ein óstýrilig kvinna, ið setti á aðru bylgju av donsku #metoo rørlsuni. Hon gjørdi í einum upp við trý økir, ið kvinnur nærmast altíð hava verið mettar eftir:
- Vakurleika
- Seksualitet
- Sosialitet
Tær Óstýriligu lata seg nemliga ikki stýra av siðbundnum normum, virðum og atburði, um tað avmarkar kvinnuna ella hennara evnir. Ístaðin er tað eins egni hugur og skapandi evnir, ið stýra.
Tað hava vit sum samfelag tørv á! Hagtøl um strongd, angist, tunglyndi, einsemi og svøvnloysi vísa, at bæði samfelagið og menniskjan, er farið av kós. Og Covid-19 hevur víst, hvussu verðin oftari og oftari møtir “wicked problems” (fløkjasligum trupulleikum), ið krevja nýggjan hugsunarhátt.
Tað kunnu Óstýrligu kvinnurnar! Tær tora at taka plássið og fylgja egnum huga. Koma við sínum íkasti. Skapa eina sunna sosiala mentan í samfelagnum. Við øðrum orðum kunnu tær vera við til at skapa enn betri kor fyri einari verð í javnvág. Fyri øll menniskju og fyri klótuna.
Emilia Van Hauen er sosiologur, fyrilestrahaldari, nevndarlimur, ráðgevi innanfyri strategi, viðmerkjari og rithøvundur.
Hon arbeiðir yvirskipað við tí, sum rørir seg í samfelagnum og serliga:
- Ættarliðum, tó við serligum atliti til tey ungu
- Kyn (øll kyn) og ymiskleiki
- Nútíðar felagsskapir
Um Emilia van Hauen
Hon hevur útgivið 7 bøkur:
- Generationen der skal redde verden …med lidt hjælp fra os andre. Gyldendal 2024 (i 3 oplag)
- Succestyranniet – og vejen ud. Rosinante 2017
- Ladycool. Dit køn er en styrke – brug det! Politiken 2014. Bestseller
- Farvel Egofest. Og goddag til formål og fællesskaber. Akademisk forlag, 2009. Bestseller (i 3 oplag)
- Moderskab. Lederskab. Ascheoug, 2004
- Myten om den perfekte mor. Ascheoug, 2003
- Eliten. Forlaget Møntergården 1998
Harafturat er Emilia van Hauen viðstovnari av fleiri netverkum, sum øll hava eitt vinnuligt ella sosialt endamál. Hennara styrki er ein sterk faklig intuitión, grundað á fleiri enn 25 ára royndir, og harvið ein eginleiki at menna og skapa nýggj hugtøk, ætlanir og boðskapir, ið avspegla størstu avbjóðingarnar í nútímans samfelagnum.
Emilia van Hauen er fastur viðmerkjari hjá Berlingske, umframt á prísvinnandi webmiðlinum Lederstof. Hevur í fleiri ár skrivað fyri Jyllandsposten, Femina (havi vunnið Feminas: Årets Læserfavorit 2014), Børsen, Information, BT og Ekstra Bladet. Somuleiðis hevur hon eisini skrivað og skrivi enn fyri K-Forum, PEJ-gruppen og fyri Huffington Post. Hon verður ofta biðin sum viðmerkjari av DR1, DR2 og TV2 og hevur eisini verið í altjóða rásum, so sum BBC World, BBC, RTL, Libération, franske Elle, japanske Asahi Shimbun Global newspaper v.m. Í seinastu hevur hon verið vertur á “Lev Stærkt” og sum fastur serfrøðingur í røðini “Kvinder og sko” og “Mænd ifølge kvinder”, allar tríggjar røðir sendar á DR K.
Emilia van Hauen hevur hildið fleiri enn 1800 fyrilestrar og m.a. tosað á TEDx St. Andrews, upptraðkað á fleiri altjóða ráðstevnum, harímillum í Dubai, fyri teimum 180 ovastu leiðarunum í Deloitte og í Suðurafrika fyri Coloplast, har fleiri enn 1000 fólk luttóku.
Álitissessir:
Præsidiemedlem UNICEF 2021 –
Ambassadør GirlTalk 2019 –
Hjerteforeningen 2009 – 2019
CARE Danmark 2009 – 2019