Stórt og Jólaligt stuðulstiltak
7. desember, 17:00 - 19:30
195 kr.Leygardagin 7.des kl.17 skipar felagskapurin Mission10forty fyri einum stórum stuðulstiltaki í Varpinum, til frama fyri heimleysar armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh.
M.a. hetta verður á skránni:
– Armenski klaverúrmælingurin Irina Hayrapetyan spælir uppá nýggja Steinway flyglið
– Kvinnukórið Suð syngur nakrar sangir
– Sjúrður Skaale greiður frá túrinum í Armenia, har hann var millum armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh ið Mission10forty veitir stuðul
– Eftir tiltakið bjóða vit kaffi har høvi verður at tosa við umboð frá Mission10forty um teirra arbeiðið í Armenia og aðrastaðni í heiminum
. . .
Við tí ómetaliga stóra stuðlinum úr Føroyum hevur Mission10forty hjálpt fleiri túsund kristnum armenum úr Nagorno Karabakh.
Saman hava vit tryggja at fleiri enn 10.000 armenarar úr Nagorno Karabakh hava fingið hjálp.
Tann sera torføra støðan hjá armensku flóttunum merkir, at tey framhaldandi hava stóran tørv á hjálp. Mission10forty hjálpir hesum familjum at tryggja sær inntøkur gjøgnum landbúnað. Eisini hjálpir Mission10forty fleiri hundrað børnum ið hava stórar sálarligar trupuleikar, orsaka av bombuálopum, kríggi og flýggjan.