Loading Events
  • This event has passed.

Valkafé í Varpinum

10. november, 19:00 - 21:00

Free

Fyrr hava politisku flokkarnir havt sínar egnu valkaféir, ymiska staðni runt í býnum.

Men fram ímóti komandi býráðsvali, hava allir flokkar gjørt av, at hava felags valkafé í Varpinum. Tiltøkini eru eitt samstarv millum Norðlýsið, lokalfeløgini og Varpið.

Hetta verður skipað á tann hátt, at hvør flokkur hevur sítt egna øki, og allir flokkar hava felags valkafé, í gamla posthúsinum.
Valevnini bjóða ein køkubita og ein drekkamunn, har verða tónleikaframførslur og onnur innsløg, og Norðlýsið hevur eisini sína redaksjón á staðnum.

Sunnukvøldið 3.nov kl.19 verður valkafé

Týsdagin 5. november millum kl.13.30 og 15.30 skipar næmingaráðið í hádeildini á Skúlatrøð fyri politiskari kafé í Varpinum, fyri næmingar í 7-9.flokki. Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungum fyri fólkaræðinum og at skilja betri, hvørja ávirkan ein politisk rødd kann hava á samfelagið rundanum okkum.

Tyskvøldið 5.nov kl.19 skipa Norðlýsið, valfeløgini og Varpið fyri stórum almennum valfundi inni í salinum. Av tí at hetta verður einasti almenni valfundurin til býráðsvalið, og at tað eru so nógv ymisk øki at kjakast um, so er semja um, at fundurin verður drúgvur. Áhoyrararnir fáa høvið at seta valevnunum spurningar.

Sunnukvøldið 10.nov kl.19 verður seinasta valkaféin.

 

(Høgni Louisson Poulsen eigur myndina)

Details

Date:
10. november
Time:
19:00 - 21:00
Cost:
Free
Scroll to Top