Um Varpið
Stýrið fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík sum eigur og rekur Varpið
Varpið er ikki, sum summi kanska halda, ein kommunalur stovnur, í Klaksvík. Varpið er ein sjálvsognarstovnur – Sum eigur seg sjálvan. Sostatt eiga vit øll Varpið. Allir føroyingar.
Tí eiga vit eisini øll at gleðast um og at stuðla hesum spennandi nýbroti innan føroyskt mentanarlív. Við Varpinum fáa vit eitt framúrskarandi og fjølbroytt mentanarhús, fyri allar føroyingar.
Tá farið varð undir so framsøkna verkætlan, heilt afturi í 2010, og fyri tað, so var tað tí man veruliga vildi tað, og veruliga trúði uppá tað. Tey vóru sera tilvitaði um týdningin av, at um Varpið skuldi gerast veruleiki, so máttu fleiri partar standa saman, og lyfta í felag. Og har kunnu vit í dag gleðast um, at samstarvið hevur verið fyrimyndarligt.
Samband
varpid@varpid.fo ella annfinnur@varpid.fo
Spurningar til stýrið verða at beina til Dávur Winther: dw@klaksvík.fo
Frá vinstru eru tey: Dávur Winther, skrivari fyri grunnin. Pætur Gerðalíð, Norðoya Vinnulívsráð. Heri Ellingsgaard, Norðoya Listafelag. Louis Poulsen, Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Jóhanna Christiansen, Stýrisforkvinna, Klaksvíkar Kommuna. Karl Johansen, Klaksvíkar Kommuna. Jógvan Skorheim, Klaksvíkar Kommuna. Annfinnur Heinesen, stjóri.
Søga
Varpið byrjaði sum posthús …
Stutt um søguna av bygninginum, gamli arkitekturin, nýggjar tíðir, bygging …