Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Politisk kafé fyri 7-9.flokk

5. november 2024, 13:30 - 15:30

Free

Týsdagin 5. november – sama dag sum stóri valfundurin verður í Varpinum, skipar næmingaráðið í hádeildini á Skúlatrøð fyri politiskari kafé í Varpinum, millum kl.13.30 og 15.30.

Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki, soleiðis at tey betur skilja tað, sum fer fram í samband við eitt nú býráðsvalið. Við teirra egnu orðum halda tey ikki, at tey vita nóg nógv um politikk og tí ynskja tey at skipa fyri onkrum, sum serliga er ætlað ungdóminum.

Tiltakið er fyri næmingar í 7-9.flokki, og endamálið er at kveikja áhugan hjá ungum fyri fólkaræðinum, og at skilja betri, hvørja ávirkan ein politisk rødd kann hava á samfelagið rundanum okkum.

Upplýsingar

Dato:
5. november 2024
Klokkan:
13:30 - 15:30
Kostanður:
Free
Scroll to Top