Varpavinir
Vilt tú eisini verða Varpavinur?
Í Mentanarhúsinum hendir nógv, onkuntíð mest sum ov, og tí kemur tað meira enn so fyri, at vit fáa brúk fyri eyka hondum.
So um tú hevur hug og stundir til onkuntíð at taka eitt sjálvboðið tak í samband við tiltøk, t.d. fyrireiking, kaffibrygging, ruddingardagar, o.t. so skalt tú vera vælkomin at skráseta teg sum Varpavin, umvegis hesa síðuna.
Umframt nýggjar vinir, vinarbreyð og drekkamunnar, í góðum felagsskapi, fáa Varpavinir eisini ymiskar serligar fyrimunir.
So sum: ársveitsla, jólaveitsla, útferðir, serligar sýningar, o.s.fr.