Loading Tiltøk

75 ára hátíðarhald og konsert

30. mai, 19:00 - 20:00

100 kr.

5. mai 2025 eru 75 ár liðin, síðan Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað.

Føðingardagurin verður hildin 30.mai, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, við einari konsert í Varpinum kl. 19.00.

Á skránni verður ein tíma lang konsert við Klaksvíkar Hornorkesturi undir leiðslu av Fionu Parker.

Serligur gestur verður skotin Alan Fernie, sum er víðakendur tónasmiður innan horntónleik. Hann hevur eisni skrivað eitt serligt stykki til dagin.

Annars verður skráin siðbundin horntónleikur, sum vit vanliga kenna orkestrið fyri.

Frásøgufólk verður Jóhanna á Bergi.

Klaksvíkar Hornorkestur bjóðar kaffi og okkurt søtt undir tonna á Varpinum undan konsertini.

Atgongumerki á 100 krónur verður at fáa her á heimasíðuni í næstum.

 

 

Upplýsingar

Dato:
30. mai
Klokkan:
19:00 - 20:00
Kostanður:
100 kr.
Scroll to Top