Loading Tiltøk

Bókaframløga: Eliesar í Fugloy

5. november, 17:00 - 19:00

Hósdagin 5. november kl. 17 verður bókaframløga í Varpinum.
Tað er bókin um „Eliesar í Fugloy“ sum verður løgd fram. Líggjas í Bø hevur skrivað, og Forlagið Leirkerið gevur bókina út. Bókin lýsir eitt áhugavert lív í 20. øld.
Jógvan við Keldu sigur nøkur orð um bókina og Eliesar.
Systrarnar Maiken og Simona framføra nøkur løg.

Til ber at keypa bókina á staðnum. Eisini verður kaffi, te og ein køkubiti at fáa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Upplýsingar

  • Dato: 5. november
  • Klokkan:
    17:00 - 19:00