
- Hetta tiltakið er liðugt.
Bókaframløga og framsýning
30. mai 2024, 19:30 - 21:00
Free
Norðoyastevnan byrjar við spennandi bókaframløga og framsýning í Varpinum.
Paulina Eliasen gevur í næstum út nýggja bók, sum eitur ”Brodering til tann føroyska tjóðbúnan 3”.
Í bókini eru 10 nýggj vestamynstur, sum eru gjørd eftir myndum, ið eru av blómum, sum vaksa í hagapartinum á Stóraryggi á Syðradali. Tríggir av vestunum eru gjørdir uppá tveir ymiskar mátar.
Í hesum sambandi verður eisini ein forvtnislig framsýning í Varpinum, har 13 ymisk vestastykki verða at síggja. Og hosubond, sum hoyra til vestarnar.
Á útgávutiltakinum 30.mai kl. 19.30 fer Paulina at greiða frá listahandverkinum at brodera, og frá spennandi tilgongdini í samband við bókaverkið.
Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum, siga nøkur orð.
Og Klaksvíkar Manskór syngur nakrar sangir.
Ein drekkamunnur verður at fáa.
Vælkomin í Varpið.
Umframt hóskvøldið 30.mai, tá bókaframløgan verður kl.19,30, er framsýningin opin hinar dagaranar soleiðis:
Fríggjadag 31.mai: 15 -18
Leygardag 1.juni: kl. 15 -18
Sunnudag 2.juni: kl.15 – 18.