Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Bókaframløga: Tólv Árstíðarsálmar

9. desember, 19:30 - 21:00

Free

Tólv árstíðarsálmar

Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm­arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.

Skrá
  • Annfinnur Heinesen bjóðar vælkomin.
  • Nicolina Dahl greiðir frá arbeiðnum at umyrkja sálmarnar.
  • Marjun Lómaklett hugleiðir.
  • Edward Fuglø greiðir frá um myndirnar.
  • Ernst Remmel, Kristina Thede, Karl Martin Samuelsen, Heiðrun Petersen og Páll Sólstein syngja og spæla fýra sálmar.

Høvið verður at keypa bókina á útgávutiltakinum, fyri 300 kr.

Upplýsingar

  • Dato: 9. desember
  • Klokkan:
    19:30 - 21:00
  • Kostanður: Free