Loading Tiltøk

Fagre blomst

17. october, 19:30 - 21:30

Helge Engelbrecht og Neighbours & Friends á konsertferð í Føroyum

Helge Engelbrecht og summarsangorkestrið Neighbours & Friends úr Mariehaven í Ansager fara í heyst á konsertferð í Føroyum.

“Vit gleða okkum sera nógv,” sigur Helge Engelbrecht. “Vit hava valt at kalla konsertina Fagre Blomst, sum sjálvandi sipar til sangin, ið vit fara at syngja bæði á donskum og føroyskum, tá ið vit koma við stóra summarsangorkestrinum. Harumframt fáa vit vitjan av Halluri, Jessicu Joensen og Jákupi Zachariassen.”

Síðani 2009 hevur Neighbours & Friends á hvørjum ári savnað túsundtals gestir til tær vælumtóktu summarkonsertirnar í bakgarðinum hjá Helge Engelbrecht í lítlu bygdini Ansager í Danmark.

Nú gongur leiðin til Føroya, og við á ferðini verður ein góður vinur av bæði orkestrinum og Mariehaven, Hallur Joensen.

Hallur er ein framúrskarandi sangari og gittarleikari og ein týðandi profilur á føroyska countrypallinum. Í mong ár hevur hann framført á pallum uttan fyri Føroya landamørk og hevur millum annað arbeitt saman við kendum nøvnum sum Bellamy Brothers, Kris Kristofferson og Charley Pride.

Men Hallur kemur ikki einsamallur. Við sær hevur hann eisini dóttur sína, Jessicu Joensen.

Jessica hevur sungið saman við pápa sínum í fleiri ár og hevur eina sterka og vakra rødd, sum hon av álvara hevur ment og gjørt til sína egnu.

Harumframt fáa áskoðararnir høvi at uppliva føroyska sangskrivaran og steelgittarleikaran Jákup Zachariassen, sum fer at seta sín serliga dám á ljóðið hjá orkestrinum og geva tónleikinum enn ein nýggjan og spennandi lit.

Sum altíð fer Helge Engelbrecht við síni eyðkendu nærveru at leiða áskoðararnar gjøgnum eina skrá fulla av tónleikaupplivingum.

Tað verður ein konsert við góðum tónleiki, kærleika, felagsskapi og hópin av lívsgleði.

 

Atgongumerkjasølan byrjar í næstum.

Upplýsingar

  • Dato: 17. october
  • Klokkan:
    19:30 - 21:30