Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Jólatræið í Klaksvík verður tendrað – Drekkamunnur í Varpinum

30. november 2024, 16:00 - 18:00

Leygardagin 30. november kl 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað 🎄
Marjun Lómaklett, prestur, og Signhild Johannesen, býráðslimur, halda røðu 🎤 Klaksvíkar Hornorkestur spælir tónleik 🎺🎼 og vit hava frætt at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær ⭐️🎄🎅🏻🧑🏼‍🎄
Eisini hava teir pakkar við til børnini 🎁🤩
Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum ❤
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna ⭐️🎄🎅🏻

Upplýsingar

Dato:
30. november 2024
Klokkan:
16:00 - 18:00
Scroll to Top