
- Hetta tiltakið er liðugt.
Meira av tí sama:
Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

17. og 18. mai verða fagnaðarkonsertir í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík
Hetta er eitt høvi at heiðra bólkin, sum gav føroya fyrstu rokkplátu út.
Hóast bólkurin bara var virkin nøkur fá ár, so legði hann nógv eftir seg.
Tvær singulplátur, eina EP og legendarisku Veðraplátuna.
Mest sum alt tilfarið verður væntandi spælt á fagnaðarkonsertunum í Klaksvík 17. og 18. mai, tá nakrir av bestu føroysku tóleikarunum fara at tulka Staright Ahead.