Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Konsert við DANNY & THE VEETOS, Claus Christensen frá Demenskoret & Nordic Music Camp.

11. apríl, 19:30 - 21:30

179 kr.

Stórt tiltak í Varpinum fríggjadagin 11. apríl.

• Konsert við spildurnýggjum tónleiki frá DANNY & THE VEETOS
• Claus Christensen frá Demenskoret kemur at hava eina kórløtu
• Tónleikarar úr øllum Norðanlondum vísa fram tónleikin, ið tey hava skrivað á Nordic Music Camp á Viðareiði

DANNY & THE VEETOS
Aftaná at hittið Alright fekk nýtt lív til evropeisku hondbóltsfinaluna, sum var í Týsklandi í fjør, er eftirspurningurin eftir DANNY & THE VEETOS vorðin so stórur, at teir hava tikið avgerðina um at fara í gongd við at útgeva nýggjan tónleik.

Teirra nýggjasta staklag Home Is Where You Are kemur út tann 11. apríl, tá teir fara at framføra í Varpinum í Klaksvík.

Heimasíða: www.dannyandtheveetos.com


Claus Christensen
Flestu føroyingar hava hoyrt um Claus Christensen, serliga frá hansara kendu sending Demenskoret, sum verður víst á DR. Claus Christensen er ein royndur danskur kórleiðari, sum í mong ár hevur víst, hvussu tónleikur kann styrkja sambandið og lívsgóðskuna hjá fólki við demens. Við sangi sum amboði hevur hann hjálpt fólki at minnast, liva og vera saman.

“Intet bringer mig større glæde end at få folk til at synge og være sammen. Når stemmer forenes i harmoni, oplever vi magien ved fællesskab og samhørighed. Musik skaber uforglemmelige øjeblikke, og i over 25 år har jeg udviklet metoder til at få det til at ske,” sigur Claus Christensen, tá hann verður spurdur um íblásturin til Demenskoret.

Claus Christensen skipar fyri serligari kórløtu í Varpinum tann 11. apríl.

Les meira um Claus her: www.clauschristensen.com

Nordic Music Camp
Nordic Music Camp er ein norðurlendsk sangskrivaralega fyri tónleikarar úr øllum Norðanlondum. Í ár savnast tey á Viðareiði í Føroyum fyri at skapa nýggjan popptónleik.

Tann 11. apríl verður tónleikurin, sum tey hava framleitt hesar dagarnar á Viðareiði, framførdur fyri almenninginum – ein serlig løta, har væl etablerað norðurlendsk talent vísa fram spennandi tónleik á hægsta stigi.

Les meira um Nordic Music Camp her: www.nordicmusiccommunity.com

Upplýsingar

Dato:
11. apríl
Klokkan:
19:30 - 21:30
Kostanður:
179 kr.
Scroll to Top