Loading Tiltøk

Konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpar 🎵

26. apríl, 20:00 - 21:30

110 kr.

Ein festlig kórkonsert í Varpinum

Leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00 verður ein jalig og festlig konsert í Varpinum. Umframt vakrar og rørandi sangir, verða eisini fleiri jaligir og festligir sangir at hoyra – og inn í millum sangirnar verður eisini lætt undirhald.

Talan er um eina konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpum, sum koma úr Sørvági.

Bæði kórini blivu stovnað í 2021 og hava tey javnan framført alment.

Stutt um Garpar:

Talan er um 15 mans úr Sørvági, sum hava stovnað eitt øðrvísi kór. Umframt at syngja fleiri vakrar og lættar sangir, so syngja teir eisini festligar og stuttligar sangir. Teir framføra javnan til tiltøk og veitslur – og hava teir undirhald í millum sangirnar.


Stutt um Klaksvíkar Manskór:

Klaksvíkar manskór syngur mest siðbudnar føroyskar sangir, sum rigga væl til manskór. Kórið telir uml 25 mans. Kórleiðari er Daniel Rye.

Tey, sum ynskja at njóta eitt festligt og jaligt kvøld í mentanarhúsinum í Klaksvík leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00, kunnu longu byrja at gleða seg.
Atgongumerki vera sett til sølu skjótt

Upplýsingar

Dato:
26. apríl
Klokkan:
20:00 - 21:30
Kostanður:
110 kr.
Scroll to Top