Meistaradeildin: Lech Poznan – KÍ
6. august, 18:00 - 20:00
120 kr.
LECH POZNAN – KÍ í varpinum í dag kl.18!
Varpið hevur keypt rættindi til at vísa spennandi dystin millum pólska Lech Poznan og KÍ í dag.
Treytin frá rættindahavarunum er at vit taka atgongu-gjald. Tí vóna vit at nógvir norðoyingar koma til stroymingina í Varpinum, og hjálpa okkum at rinda fyri dystin.
Betri start-skot til Summarfestivalin 2026 fæst neyvan!
Pólsku meistararnir taka ímóti og eru stórfavorittar til dystin, har eini 15-20.000 áskoðarar væntast á stadion, sambært pólskum miðlum.
Vit rokna eisini við nógvum fólki í Varpinum, sum ynskja at stuðla KÍ her heimanífrá.
Dysturin í Póllandi byrjar kl. 18.00. Dómari verður Orel Grinfeld úr Ísrael.
Keyp atgongumerki á 120 kr her.
GG: Okkurt gott fæst til keyps í Posthús-kaféini. Minnist bara til, at drykkjuvørur bert eru loyvdar á stólarekkjunum á gólvinum. Ikki uppi í teimum fínu reyðu ull-setrunum, takk fyri 🙂
KOYR Á KÍ!!!!!