Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Operaperlur – klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna

1. mars, 18:00 - 19:00

50 kr. – 100 kr.

OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna.

Á skránni verða kendar ariur, duettir og kórsatsir úr ymiskum operum, stuttligar søgur og sjónleikainnsløg, ætlað til alla familjuna. Sungið verður á bæði italskum, fronskum, enskum og týskum, men eisini verða spildurnýggjar týðingar at hoyra. M.a. fer Klaksvíkar Manskór at syngja ein sang úr operuni “Flúgvandi Hálendingurin” eftir Wagner, sum Birita Adela Davidsen hevur umyrkt til føroyskt.

Solistarnir verða Birita Adela Davidsen frá Opera.fo og Herfinnur Árnafjall, sum vit m.a. kenna í leiklutinum sum Papageno, úr “Papageno og Gandadrykkurin” sum varð framført í Varpinum í 2024.

Polina Fradkina, sum er viðurkendur altjóða pianistur hevur klaverfylgispælið og Annfinnur Heinesen verður vertur.

Framførslurnar verða:
Ley. 28/2-26 kl. 18:00
Sun. 1/3-26 kl. 18:00

Eftir framførsluna verður vaflusøla í foyerinum.

Upplýsingar

  • Dato: 1. mars
  • Klokkan:
    18:00 - 19:00
  • Kostanður: 50 kr. – 100 kr.