- Hetta tiltakið er liðugt.
Palllistaskúlin
20. juli - 21. juli
250 kr.
Palllistaskúlin, sum er eitt nýtt tilboð til børn millum 9-12 ár, er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið.
Undirvísarar eru Birita Adela frá Opera.fo, Durita Samuelsen frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Annfinnur Heinesen frá Varpinum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen frá yrkisdansibólkinum Riva.
Endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri teimum ymsu palllistagreinunum, og at menna teirra førleikar; at syngja, dansa og spæla sjónleik.
Palllistaskúlin verður 20.-21. juli frá kl. 13-17 í Varpinum.