Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Palltónlistaverkið Regin smiður

28. desember 2024, 19:30 - 2. januar 2025, 19:30

495 kr.

Regin smiður – Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg.

Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan.

Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini og Regin smiður verða kvøðin eftir. Í hesum verkinum nýtir Sunleif Rasmussen lagafrábrigdi úr ymsum pørtum av landinum. Palltónlistaverkið er í nýggju pørtum, sum allir byrja við ymsum lagafrábrigdum av niðurlagnum, og endar við tekstbrotum úr søgugongdini úr Regin smiði.

Søgan um Regin smið er eisini kend úr tí týska Niebelungenlied, sum víðagitni tónasmiðurin, Richard Wagner, brúkti sum grundarlag undir sínum operum undir navninum Der Ring des Niebelung. Eins og Wagner nýtti ymisk fylgistev* at eyðkenna ymsu persónarnar í sínum operum, nýtir Sunleif Rasmussen eitt lagafrábrigdi/fylgistev* til hvønn persón í sínum palltónlistaverki um Regin Smið.

Verkið verður sungið av einum operasangara (bassi) ið sigur sjálva søguna, meðan ein kvinnuligur og ein mannligur dansari mynda søgugongdina. Afturat teimum eru ein klaver-, ein trombon-, ein trompet og tveir slagverksleikarar á pallinum, umframt ein orkesturleiðari.

Palltónlistaverkið, Regin smiður, varir umleið 1 tíma og 15 minuttir

*fylgistev: (ávíst tónabrot, sum í summum dramatiskum tónlistaformum er knýtt at ávísum persóni ella huglag, og sum fylgir hesum gjøgnum verkið)

 

Regin smiður í “stuttum”

Sigmundur fer saman við øðrum í kríggj móti Hundingssynum. Í einum stórum bardaga verða Sigmundur og fylgisveinarnir dripnir. Áðrenn hann doyr, finnur Hjørdis, unga kona Sigmunds, hann á vígvøllinum, og tá sigur hann henni, at hon ber eitt dreingjabarn undir beltið, sum skal eita Sjúrður, og sum skal hevna deyða pápa síns. Hann gevur Hjørdis sítt brotna svørð og sigur henni frá Regin Smiði, sum kann umvæla tað, og um tann stóra ormin Frænir, sum býr úti á Glitra-heiði.

Sjúrður veksur upp og gerst ein sterkur ungur maður, men hevur trupult við at stýra síni ómetaligu styrki og vreiði. Ein dagin, tá hann til vápnavenjing av tilvild særir og drepur nakrar av sínum vinmonnum, biðja teir hann fara út og hevna pápa sín, heldur enn at skaða teir.

Sjúrður fer til móður sína og spyr hana, hvør drap pápa hansara. Hon gevur honum brotna svørðið hjá Sigmundi og sigur honum frá synunum hjá Hundingi, og um Regin smið og ormin Frænir.
Sjúrður velur sær Grana, ein stóran og máttmiklan hest, og ríður út at finna Regin, og biðja hann smíða blaðið á svørðinum aftur – men tá Sjúrður tekur svørðið í hond og slær tað í amboltin, brotnar tað.

Sjúrður verður í øðini og hóttir við at drepa Regin, um svørðið ikki verður smíðað so sterkt, at tað sker gjøgnum stál og stein. Aftur fyri setur Regin sum tret, at hann skal hava hjartað á orminum, tá Sjúrður hevur dripið hann. Tá svørðið er liðugt, kallar Sjúrður tað Gram, og ríður út at hevna deyða pápa síns.

Sjúrður drepur allar synir Hundings og fyrireikar seg síðani at ríða út á Glitraheið at berjast móti tí stóra orminum, Frænir. Á vegnum hittir Sjúrður ein gamlan mann við einum eyga, sum ávarar Sjúrð móti Regini, men Sjúrður er ikki sinnaður at lurta.
Við svørðinum drepur Sjúrður Frænir, men áðrenn Frænir doyr sigur hann Sjúrði, at hann er beiggi Regin – og eisini hann ávarar Sjúrða ímóti Regini.

Tá ið ormurin er deyður, kókar Sjúrður hjartað á honum til Regin. Sjúrður fær ein dropa út bótini, sum hjartað kókar í, og við tí fær hann eginleikarnar at skilja tað, fuglarnir syngja um. Eisini fuglarnir ávara Sjúrð móti Regini og siga, at Sjúrður skal drepa Regin og sjálvur eta hjartað á orminum.
Tá skilur Sjúrður, at veruligi dýrgripurin ikki er gullið, ormurin liggur á, men hjartað og blóðið á orminum. Tí drepur Sjúrður Regin, og eftir at hava savnað allar gullgripirnar, ið ormurin átti, ríður Sjúrður heim aftur.

 

Upplýsingar

Start:
28. desember 2024, 19:30
End:
2. januar, 19:30
Kostanður:
495 kr.
Scroll to Top