Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

PRIMA FACIE – í miðhøllini á Skúlatrøð

28. februar, 16:00 - 17:30

200 kr.

GG! Leikurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð.

Det Ferösche Compagnie fer á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie.

Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller.

Leikurin er eitt intenst drama úr rættarsalinum, og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. besta handrit.

Vit fylgja sakførarunum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur ákæri. Hon kennir lógarspæli og vinnur næstan hvørt mál.

Tessu dugir at navigera í eini verð, har tempoið er høgt, nógv er uppá spæl og bara tey dugnaligastu yvirliva.

Men tá hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending og situr hinumegin borðið, merkir hon á egnum kroppi, hvussu rættarskipanin ikki tænir øllum líka.

Leikurin viðgerð evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu og setur spurnartekin við, um okkara rættarskipan verjir øll javnt á sama hátt.

Umframt at bjóða áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta undir samtalu og eftirhugsan um okkara felags ábyrgd hesum viðvíkjandi.

Leikurin varar 1 tíma og 30 min

Á pallinum eru: Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á Neystabø og Anny Leo Thorsen

Leikstjórn: Matthew Richardson

Tónasmiður: Dánjal á Neystabø

Scenografi og búnar: Sámal Blak

Týðing: Beinir Bergsson

Myndir: Gwanaël Akira Helmsdal Carré

Leikurin spældi í Perluni í Havn og fekk sera góð ummæli. Sí brot úr ummælum her:

Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast… Prima Facie er eitt framúr relevant og væl framborið samtíðarlistaverk við plássi fyri teimum týdningarmiklu nuansunum og fyri eini hóming av ljósi í myrkrinum.

– Kinna Poulsen Listaportal 14.sep. 2025

Det Ferösche Compagnie hevur enn einaferð skapt eina ágangandi og viðkomandi pallseting av einum einari sterkari søgu við einum neyðugum boðskapi, og eg kann harðliga viðmæla øllum at fara oman í Perluna at uppliva hana.

– Dánjal Hoydal, Dimmalætting 14.sep. 2025

Prima Facie var ein hugtakandi out of this world tour de force hjá Kristinu Sørensen Ougaard… Kropsliga nærveran og framburðurin hugtók meg, so eg varð málleysur.

– Birgir Kruse, Birkblog 24.sep 2025

GG! Leikurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð.

Upplýsingar

  • Dato: 28. februar
  • Klokkan:
    16:00 - 17:30
  • Kostanður: 200 kr.