Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

7. desember 2024, 17:00 - 19:00

195 kr.

Við tí ómetaliga stóra stuðlinum úr Føroyum hevur Mission10forty hjálpt fleiri túsund kristnum armenum úr Nagorno Karabakh. Saman hava vit tryggja at fleiri enn 10.000 armenarar úr Nagorno Karabakh hava fingið hjálp.

Tann sera torføra støðan hjá armensku flóttunum merkir, at tey framhaldandi hava stóran tørv á hjálp. Mission10forty hjálpir hesum familjum at tryggja sær inntøkur gjøgnum landbúnað. Eisini hjálpir Mission10forty fleiri hundrað børnum ið hava stórar sálarligar trupuleikar, orsaka av bombuálopum, kríggi og flýggjan.

– Armenski klaverúrmælingurin Irina Hayrapetyan spælir uppá nýggja Steinway flygli

– Kvinnukórið Suð syngur nakrar sangir

– Sjúrður Skaale greiður frá túrinum í Armenia, har hann var millum armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh ið Mission10forty veitir stuðul

– Eftir tiltakið bjóða vit kaffi har høvi verður at tosa við umboð frá Mission10forty um teirra arbeiðið í Armenia og aðrastaðni í heiminum

Upplýsingar

Dato:
7. desember 2024
Klokkan:
17:00 - 19:00
Kostanður:
195 kr.
Scroll to Top