
- Hetta tiltakið er liðugt.
Tá Føroyar & New York møtast
4. september 2023, 19:00 - 21:00
75 kr. – 150 kr.
Mánakvøldið 4.sept verður ein sera áhugaverd uppliving í Klaksvík 

Nú føroyingar hava fingið beinleiðis samband til New York, verður bjóðað til konsert, við tónleiki sum á ein ella annan hátt hevur tilknýti til New York.
“Vit fara at spæla eitt háromantiskt stórverk – sonatuna fyri sello og klaver eftir Rachmaninov. Rachmaninov, hóast hann verður roknaður sum russari, búði ein stóran part av sínum lívi í New York, har hann eisini er grivin.
Okkara egni Eli Tausen á Lava, sum lesur á New York University, hevur skrivað eitt nýskrivað verk “Gullregn” til konsertina. Stykkið hvílur í einum rútmuloysi, samstundis sum man fær eina kenslu av at vera púra jarðbundin.
Harafturat fara vit eisini at spæla onnur verk, m.a. eftir Gershwin fyri at krydda eitt sindur við jazz-kendum tónum.
Vit gleða okkum!”
HVØR: Kristina á Váli (sello) & Young Woong Cho (klaver)
HVAR: Miðhøllin á Skúlatrøð í Klaksvík, Skúlavegur 6.
NÆR: Mánakvøldið 4.sept kl.19
KOSTNAÐUR: 150 kr (vaksin) / 75 kr. (børn og lesandi)