Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

TARIRA konsert í Varpinum

22. mai 2024, 20:00 - 21:00

125 kr.

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum var hildin í Varpinum í apríl í ár.

Mikukvøldið 22. mai kl 20 verður aftur høvið at hoyra TARIRA í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert.

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru

Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og

Anne Mette Greve Klemensen.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson

Konsertin er uml. 60 minuttir

Vælkomin í Varpið!

 

Meira um kórið:

TARIRA er eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn. TARIRA var stovnað í 2002 og telur kórið

20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

Tarira setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum og á tann hátt gera

kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av

kórsangarum og tónaskøldum.

Kórið hevur eisini lagt stóran dent á at fara út um landoddarnar at framføra føroyskan tónleik og vísa á, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum.

4.-8. juni 2024 fer TARIRA á konsertferð til London og Cambridge. Tríggjar konsertir eru á skránni. Konsertskráin er fyri ein part samansett av renaissansutónleiki. Tað krevur nógv av

kórinum, at syngja júst hesi stykkini í einum landi, ið hevur stolta traditión fyri júst hesi sjangruni. Umframt renaissansutónleik, er føroyskur tónleikur eisini á skránni. Hesi stykki eru

útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum í løtuni.

Tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson

 

Upplýsingar

Dato:
22. mai 2024
Klokkan:
20:00 - 21:00
Kostanður:
125 kr.
Scroll to Top