Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Torradagarnir í 2025 verða frá 17. – 22.feb.
Hetta er ein árlig afturvendandi mentanarvika hjá Klaksvíkar Kommunu.

Í ár er nógv áhugavert á skrá, eisini í Varpinum:

  • Mánakvøldið 17. feb kl. 19.30 hevur veðurfrøðingurin Jesper Theilgaard fyrilesturin: “Hvussu verður veðrið”?
  • Týskvøldið 18. feb. kl. 19.30Sang- og hugnaløta í Varpinum:
    17 sangarar og SUÐ – tvey kend og væl uppløgd kór fara at framføra á Torradøgunum. Við er eisini dugnaligi pianisturin, Pætur við Keldu, og vit sleppa at hoyra flyglið spæla Spirio-stykki eisini. Tó at vit enn eru nakað tíðliga á árinum í mun til venjingar, hava vit møguleika at hoyra tvey dugnalig kór og kendan pianist.  – Eisini verður felagssangur, har tú sleppur at syngja við, eins og onkrar frágreiðingar um sangirnar og stuttar søgur.Suð varð stovnað av Steinvør Fonn í 2002. Tær hava síðani verið rættiliga virknar hesi 23 árini og havi sungið runt í øllum Føroyum. Tær hava eisini verið á tveimum uttanlandsferðum. Kórið fer til Keypmannahavnar í mai í ár.SUÐ spennir víða við sínum ABBA- og Messias-tulkingum, umframt so nógv annað.Kórið 17 sangarar, stjórnað av Jógvani við Keldu, varð stovnað í 1994 og hevur sostatt meira enn 30 ár á baki.Jógvan við Keldu hevur gjørt fleiri av løgunum og eisini serligar útsingar, korið hevur sungið og syngur.

    Kórið hevur sungið nógv innanlands. Tey hava eisini havt konsertir í Norðurlondum, í Skotlandi og enntá í Sveits.

    Pætur við Keldu er kendur sum pianistur og hevur ígjøgnum árini spælt við nógv ymisk høvi og er pianistur bæði hjá Suð og 17 sangarum. Pætur fer eisini at spæla onkur løg solo. – Eisini fer serliga ”vidundrið”, SPIRIO, flyglið er útgjørt við, at spæla eitt stutt lag sum dømi fyri okkum.

    Gleð teg til eina hugnaliga sangløtu í Varpinum, har tú eisini sleppur at syngja við felagssanginum, sungnir verða saman við kórunum.

  • Mikukvøldið 19. feb. 19.00 verður Torratingið hildið í Varpinum, í samstarvi við Kringvarp Føroya.
  • Fríggjadagin 20. feb. Kl. 16.00 verður tiltakið “Tá Tobbi varð lagdur í handjørn” v. Torbjørn Jacobsen.
  • Leygardagin 21.feb. Kl. 16.00 í Foyeruni verður framløga av bókini hjá Gunnari Hjelm, “Vilji er lekjandi máttur”.

Norðoya Listafelag hevur eina afturlítandi framsýning í Foyerini í Varpinum allar Torradagarnar kl. 14.00 – 16.00

Eftir ætlan skal Norðoya Listafelag hava skipaða goymslu av sínum mongu listaverkum í Varpinum og annars skipa fyri skiftandi framsýningum í Varpinum.

Sí fulla skrá her: Skrá

 

Upplýsingar

Start:
17. februar, 19:00
End:
22. februar, 19:00
Scroll to Top