Loading Tiltøk

Vampýrella

15. november, 16:30 - 17:00

Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø er støðið undir hesari framførslu.
Til framførsluna spælir Aldubáran nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein, saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.

“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Um teir báðar beiggjarnar Karl og Knút, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Beiggjarnir fylgja við í hesi ørkymlandi broytingini hjá Ellu, sum fær teir at ógvast við.

Við dreymakendum myndum og tónleiki verða børnini drigin inn í søguna og uppliva broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni. Framførslan gevur teimum innlit í menniskjaliga menning – umframt eina livandi listarliga uppliving.

Aldubáran

Aldubáran er føroyskur kamartónleikabólkur, virkin á fleiri tónleikapallum. Umframt at spæla nýggjan føroyskt skrivaðan tónleik, pallverk og klassiskan tónleik annars, hevur Aldubáran eisini tikið stig til og framført fleiri nýskrivað verk ætlað børnum. Millum annað tey tvey verkini “Janus er ein stjørna” og “Poetikus” við støði í bókum, sum Edwardi Fuglø hevur skrivað og myndprýtt, og Páll Sólstein gjørt tónleik til.

Atgongumerkjasølan byrjar í næstum.

Upplýsingar

  • Dato: 15. november
  • Klokkan:
    16:30 - 17:00