Tiltøk
-
-
-
Borðspælskafé í forsalinum
26. September bjóða tey ungu í Húsinum inn til borðspælskafé í Varpinum. Dámar tær at hugna tær saman við øðrum og spæla borðspøl? So er hetta nakað fyri teg. Tiltakið verður í foyerinum í varpinum. Inngongdin er oman trappurnar. Tað verður møguligt at spæla Avalon, Bezzerwizzer, Talv, Skull, Jackbox, Secret Hitler og nógv annað. Til […]
Ókeypis -
Vinnudagurin hjá Klaksvíkar Kommunu
Fríggjadagin 27. September skipar Klaksvíkar kommuna fyri einum vinnudegi. Vinnudagurin verður hildin í Varpinum frá kl. 12-16, og er fyri allar vinnuaktørar í kommununi, størri sum smærri fyritøkur. Á skránni verða m.a. framløgur um búskap, burðardygga menning, mentorskipanir og leiðslu.
Ókeypis -
-
Rokk-konsert við næmingum og lærarum í Tónlistaskúlanum
Hóskvøldið 3. oktober verður ein rimmar rokk-konsert í Varpinum, við luttøku frá tveimum næmingaorkestrum og einum læraraorkestri. Saman við læraraorkestrinum spælir ungi bass-úrmælingurin Omi Joensen, og gestasangari er Jónas Kallsberg Jacobsen frá Adrenaline. Skráin varir á leið 1 tíma. Kostnaður fyri vaksin er 100 kr, og børn undir 18 sleppa inn fyri hálvan prís. Peningurin […]
100 kr. -
Claus Meyer um burðardygga matgerð í stórkøkum
Fríggjadagin 4.oktobur bjóða Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin til hugkveikjandi dag við virkna og slóðbrótandi danska kokkinum, Claus Meyer, í Klaksvík. Í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr Norðurlondum skrivaðu undir nýnorðurlendska matmanifestið, sum í stóran mun birti í stóra áhugan […]
250 kr. -
Papageno & Gandadrykkurin 12-15.okt
Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg ✨ Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini. Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt. Prinsurin Tamino […]
100 kr. -
Flygil-fagnaður í Varpinum
Fyri at hátíðarhalda stórfingnu gávuna, sum Varpið hevur fingið frá góðum stuðlum, bjóða vit til flygil-fagnað sunnudagin 20.okt. Konsertin, við nýggja Steinway flyglinum í miðdeplinum, verður eitt fjølbroytt bland av verkum, framførd av dugnaligum tónleikarum. Tiltakið er alment og ókeypis. Kortini er neyðugt at tryggja sær pláss frammanundan, við at keypa atgongumerki, fyri 0 krónur […]
Ókeypis -
Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina
Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Varpinum, har greitt verður nærri frá um, hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040. Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð […]
Ókeypis -
Mentanarvirðislønir landsins 2024
Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk. Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva landsins, […]
Ókeypis -
Móttøka – Húsarhaldsskúlin 50 ár
Í samband við at Húsarhaldsskúli Føroya verður 50 ár, verður almenn móttøka og forvitnislig framsýning í Varpinum. Á skránni eru røður, tónleikur og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis -
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum
Elin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er seinna partur av orðabókagreipuni, sum farið varð undir í 2018. Hetta stórverkið hevur hon fullfíggjað saman við mammu síni Lenu. Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forsalinum í Varpinum í Klaksvík tann 30 […]
Ókeypis -