Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Teitur bjóðar til Jólakonsert

    Um jóltíðir bjóðar sangarin og tónasmiðurin Teitur til eina serstaka jólakonsert, bæði í Keypmannahavn og Klaksvík. Við sínum orðum og ljómi lovar hann eitt kvøld við nærveru, lekjandi tónleiki og jólahýri - bæði við siðbundnum Teitur løgum eins og nýggjari tónleik millum annað frá nýggju jólaútgávuni Yule. Gamalt var at Teitur hevði jólakonsert í Spaniastovu […]

    345 kr. – 395 kr.
  • Bókaframløga: Tólv Árstíðarsálmar

    Tólv árstíðarsálmar Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm­arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur […]

    Ókeypis
  • Stongt um jólini

    Varpið verður stongt frá 19. des. til 6. januar 2026, tá Opin Pallur verður. Skrivstovan verður stongd allan januar.    

  • ÍtróttaFAGNAÐURIN

    ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM fara vit at kjósa tey bestu úr føroyskum ítrótti fyri 2025 - umframt Heiðursskjal Poul E Petersen. Fyriskipari er ÍSF. SKRÁIN: Kl. 19.15: Dyrnar lata upp. Kl. 20-22: ÍtróttaFAGNAÐUR er í stóra salinum í Varpinum. Sendingin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum. Eydna […]

    250 kr. – 750 kr.
  • Hvat kunnu Føroyar læra av donskum útlendingapolitikki?

    Hvussu kann eitt demokratiskt, opið samfelag verja seg sjálvt, sín samleika og síni virði í eini tíð við nógvari tilflyting. Hetta tosa Frederik Vad, Bjørn Brandenborg og Sjúrður Skaale um týskvøldið 10. februar í Varpinum. Í sambandi við at útlendingamál eru á dagskránni í Føroyum hevur Sjúrður Skaale boðið Bjørn Brandenborg og Frederik Vad úr […]

    Ókeypis
  • TORRADAGAR: Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk

    Norðoya Listafelag hevur framsýning í foyerinum í Varpinum á Torradøgunum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag. Framsýningin er opin mánadagin 16. – leygardagin 21. februar 2026 kl. 14:00-16:00.   Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis
  • TORRADAGAR Fyrilestur: “Silas og fuglarnir”

    Fyrilestur um føroyskan fugl Hvat er serstakt? - Hvussu er gongdin hjá fuglastovnum?                      Silas Olofson og frálíku myndir hansara greiða fra fuglinum. Árinið á náttúruna við tunnilsverkætlanina til Suðuroyar, verður eisini komið inn á.   Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis
  • TORRADAGAR: Torratingið – AVLÝST

    GG! Tiltakið er tíverri avlýst. Fiskivinnukjak   Politikarar, landsstýrisfólk saman við fólki frá fiskivinnuni venda trupulleikum og møguleikum í fiskivinnuni – eisini hvussu til ber at tillaga lóggávuna til tað besta fyri fiskivinnuna, eins og útflutningin av hesi fyrsta flokks vøru. Tað er samstundis at fegnast um, at útróðrarflotin hevur havt eina rættiliga góða byrja uppá […]

    Ókeypis
  • FERÐAVINNUDAGUR

    VISIT NORTH skipar fyri Ferðavinnudegi hósdagin 19. feb. í Varpinum. "Vit vilja fegin vísa tykkum alt tað spennandi vit hava at bjóða í Norðoyggjum, tí bjóða vit føroysku ferðavinnuni – ferðaleiðarum, frontline á hotellum, incoming, outgoing, ja snøkt sagt øllum, sum hava áhuga í tí vit hava at bjóða – til ein ferðavinnudag í Varpinum." […]

    Ókeypis
  • TORRADAGAR Fyrilestur: Sindur um sild 

    Fyrilestur: Sindur um sild Bogi Simonsen, sølumaður á North Pelagic  Hví er sild høgt í metum í nørkum londum og ikki í ørðum?  Sild partur av okkara matmentan, men ikki aðrastaðir í Evropa  Sildasøguni í Europa og teir ymsu marknaðirnir, nú eru.    Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis
  • TORRADAGAR: Torra-Konsert

    Sunnukvøldið 22. februar kl. 20 verður klassisk konsert í Varpinum við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygil. Á skránni verða:  Violinsonata av Ludvig van Beethoven (1770 - 1827) nr. 1 og César Franck (1822 - 1890),  báðar í A- Dur, tvær veruligar perlur í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri Violin og klaver.   […]

  • Konsert-fyrilestur “Dissonansur í tónleiki og tilveru”

    "Dissonansur í tónleiki og tilveru" er ein tónleikafyrilestur. Klaverleikarin Polina Fradkina samskiftir við áskoðararnar og tosar um tónleik gjøgnum sosiologi, søgu og sálarfrøði, samstundis sum hon framførir verk úr klassiskum tónleiki. POLINA FRADKINA er pianistur, fødd í Russlandi og búsitandi í Danmark. Hon hevur framført sum solistur á altjóða festivalum og konsertum og hevur givið út […]

    100 kr.