-
Ellinor Mercedis hevur longu, hóast sín unga aldur, verið virkin listakvinna í fleiri ár. Eyðkendu málningar hennara eru væl umtóktir, og nú vitjar hon Varpið við eini spennandi søluframsýning. Fernisering verður í forsalinum sunnudagin 7. juli kl. 16. Jóhanna Christiansen sigur nøkur orð, og Steintór Rasmussen spælir nøkur løg. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. […]
Ókeypis