Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

*Við Føroyskari talu!

Kl. 16.00: Ernst og Selestina 

Uppruna heiti: Ernest et Célestine 
Longd: 80 min 
Framleiðslu ár: 2012 
Land: Frakland 
Leikstjóri: Stéphane Aubier, Vincent Patar and Benjamin Renner 
Týðing: Jákup Veyhe 
Røddir: Jákup Veyhe og Nadia Barbara Abrahamsen 
Aldur: 5+ 

Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari. 

Kl. 18.30: Óveruliga verðin hjá Aldu 

Longd: 13 min 

Framleiðsluár: 2023 

Land: Føroyar 

Leikstjóri: Tóki Jansson 

Aldursmark: 9+

Filmurin snýr seg um eina 6 ára gamla gentu, sum eitur Alda. Henni dámar ikki serliga væl grønmeti. Alda hevur stórt hugflog og ger gerandisdagin um til eitt ævintýr. Hon hevur ein vin, sum eitur Luddi. Saman fara tey eina ævintýraferð har nógv spennandi hendir. 

 

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi 

Uppruna heiti: ATUAQATIKKA 

Heimildaraseria 

Longd: 30 min 

Framleiðslu ár: 2024 

Land: Danmark, Grønland 

Leikstjóri: Ulla Søe 

Týðing: Jákup Veyhe 

Røddir: Jákup Veyhe 

Aldur: 9+ 

Fýra av tíggju pørtum úr heimildarseriuni Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi. Við nærlagni fylgja vit 5. flokki í eitt skúlaár í Mathias Storch-skúlanum í Ilulissat. Í frítíðini spæla tey fótbólt, dansa, fiska og eru saman við familjuni. Men skúlalívið er eisini umráðandi fyri floksfelagarnar – her læra tey seg sjálvi og hvørt annað at kenna.  

Í hesum fýra pørtunum verða vit tikin við á eina ferð, har bæði tað stuttliga, góða og keðiliga verður lýst – hundasletukapping, fisking, kaffemik við foreldrunum, samrøður um einsemi og tað at kenna seg uttanfyri í felagsskapinum. Vit fáa innlit í teirra lív, tankar og alt tað, sum er umráðandi fyri børn flest.
 Mino, Laura of Aligiaq sita saman við restini av flokkinum í skúlastovuni, øll eru sera spent tí í dag verður floksfelagin Inunnguaq við í hundasletukapping, man hann fara vinna?
 Børninum dáma ógvuliga væl at vera partur av floksfelagsskapinum. Hóast tey flestu er rótfest í flokkinum, eru tað summi sum onkuntíð kenna seg uttanfyri og onnur sum hava torført við at gerast ein partur av flokkinum, ein av teimum er Aviaja, sum er nýggj í flokkinum. Tað at onkuntíð kenna seg uttanfyri, verður tikið upp í flokkinum, í bólkum práta tey um hvussu tey hava tað. 

Vit sleppa við tá børnini bjóða foreldrunum til kaffemik í skúlanum, vit síggja hvussu umráðandi samanhaldi við foreldrini er, nøkur foreldur eru ikki saman meir, sum onkuntíð kann vera eitt sindur trupult.

‘’Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi’’ er ein heimildarseria í 10. pørtum,

Upplýsingar

Dato:
17. januar
Klokkan:
16:00 - 19:30
Scroll to Top