Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

*Við Føroyskari talu!
Kl. 14.00: Ernst og Selestina
 

Uppruna heiti: Ernest et Célestine 
Longd: 80 min 
Framleiðslu ár: 2012 
Land: Frakland 
Leikstjóri: Stéphane Aubier, Vincent Patar and Benjamin Renner 
Týðing: Jákup Veyhe 
Røddir: Jákup Veyhe og Nadia Barbara Abrahamsen 
Aldur: 5+ 

Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari.

Kl. 15.30: Rókur Heinesen um animasjónsarbeiði.

Rókur Heinesen er útbúgvin Animatør, og hevur arbeitt við framleiðslu av filmi í Danmark. Hann hevur m.a. verið við til at framleiða Den Kæmpestore Pære og Den Ternede Ninja. Rókur kemur at greiða eitt sindur frá, um listina og útbúgvingina.

 

Kl 16.30: Óveruliga verðin hjá Aldu 

Longd: 13 min 

Framleiðsluár: 2023 

Land: Føroyar 

Leikstjóri: Tóki Jansson 

Aldursmark: 9+

Filmurin snýr seg um eina 6 ára gamla gentu, sum eitur Alda. Henni dámar ikki serliga væl grønmeti. Alda hevur stórt hugflog og ger gerandisdagin um til eitt ævintýr. Hon hevur ein vin, sum eitur Luddi. Saman fara tey eina ævintýraferð har nógv spennandi hendir. 

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi 

Uppruna heiti: ATUAQATIKKA 

Heimildaraseria 

Longd: 30 min 

Framleiðslu ár: 2024 

Land: Danmark, Grønland 

Leikstjóri: Ulla Søe 

Týðing: Jákup Veyhe 

Røddir: Jákup Veyhe 

Aldur: 9+ 

Fýra av tíggju pørtum úr heimildarseriuni Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi. Við nærlagni fylgja vit 5. flokki í eitt skúlaár í Mathias Storch-skúlanum í Ilulissat. Í frítíðini spæla tey fótbólt, dansa, fiska og eru saman við familjuni. Men skúlalívið er eisini umráðandi fyri floksfelagarnar – her læra tey seg sjálvi og hvørt annað at kenna.  

Í hesum fýra pørtunum verða vit tikin við á eina ferð, har bæði tað stuttliga, góða og keðiliga verður lýst – hundasletukapping, fisking, kaffemik við foreldrunum, samrøður um einsemi og tað at kenna seg uttanfyri í felagsskapinum. Vit fáa innlit í teirra lív, tankar og alt tað, sum er umráðandi fyri børn flest.
 Mino, Laura of Aligiaq sita saman við restini av flokkinum í skúlastovuni, øll eru sera spent tí í dag verður floksfelagin Inunnguaq við í hundasletukapping, man hann fara vinna?
 Børninum dáma ógvuliga væl at vera partur av floksfelagsskapinum. Hóast tey flestu er rótfest í flokkinum, eru tað summi sum onkuntíð kenna seg uttanfyri og onnur sum hava torført við at gerast ein partur av flokkinum, ein av teimum er Aviaja, sum er nýggj í flokkinum. Tað at onkuntíð kenna seg uttanfyri, verður tikið upp í flokkinum, í bólkum práta tey um hvussu tey hava tað. 

Vit sleppa við tá børnini bjóða foreldrunum til kaffemik í skúlanum, vit síggja hvussu umráðandi samanhaldi við foreldrini er, nøkur foreldur eru ikki saman meir, sum onkuntíð kann vera eitt sindur trupult.

‘’Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi’’ er ein heimildarseria í 10. pørtum,

Kl. 18.00: ”Belle”

Uppruna heiti: 竜とそばかすの姫 

Japanskt | Føroyskir undirtekstir  

Long: 121 min 

Framleiðsluár: 2021 

Land: Japan 

Leikstjóri: Mamoru Hosoda  

Týðing: Karina Jákupsdóttir 

Aldursmark: 7+ 

Suzu er ein sera smæðin studentaskúlanæmingur, fangað í sínum egna mótloysi. Hon býr saman við pápa sínum í eini friðarligari bygd, og hon kemur bert saman við síni bestu vinkonu og bygdakórinum fyri vaksin. 

Men alt hetta broytist, tá Suzu uppdagar talgilda heimin “U” og fordjúpar seg í hesum stóra tykisheiminum, har hon er vakra sangarinnan Belle. Suzu verður alsamt meiri hugtikin av sínum online persóni, sum mótsett henni er elskað og væl umtókt. Men ein dagin verður hennara framførsla órógvað av einum ræðuligum ódjóri. Suzu byrjar nú eina kensluborna sjálvrannsóknarferð fyri at avdúka ódjórið.  Á leiðini finnur hon fram til seg sjálva.  

Trailer: https://www.youtube.com/watch?v=kRKu5DW1md8 

 

 

Upplýsingar

Dato:
18. januar
Klokkan:
14:00 - 20:30
Scroll to Top