Loading Tiltøk

Tógv og tónar

13. november, 19:00 - 23:00

Ein stuttlig og hugnalig løta við tógvrestum, kreativiteti og livandi tónleiki!
Tak tínar tógvrestir og stokkar við til eina øðrvísi, hugnaliga og stuttliga løtu!
Vit savna allar okkara tógvrestir á eitt stórt borð og binda úr restunum hjá hvørjum øðrum. Her sleppa vit at spæla okkum við litum, royna nýggjar samansetingar og kanska tora at leggja uppskriftina eitt sindur til viks.
Herborg vegleiðir loypandi, og meðan tit binda, fer hon at undirhalda við tónleiki og  stuttligum søgum.
Við í kostnaðinum er leskilig suppa og kaffi/the til luttakararnar.
Kostnaður: 295 krónur

Upplýsingar

  • Dato: 13. november
  • Klokkan:
    19:00 - 23:00