Anfinn & Co. á Norðoyastevnu
30. mai, 21:00 - 23:00
250 kr.
Anfinn & Co. í Varpinum á Norðoyastevnu
Á Norðoyastevnu fyri júst 40 árum síðani sá fyrsta tónleikaútgavan hjá bólkinum Anfinn & Co, dagsins ljós.
Kassetubandið, sum tá í tíðini var oftast nýtt, bar heitið “Hví”.
Við góðum tónleikarastuðlum úr bólkinum Hjarnar, gjørdist fleiri løg sannar landaplágur; “Vælkomin heim”, “Lítli Fuglur”, “Útsalg” osfr. osfr.
Síðani eru komnar hesar útgávur:
“TÍ” í 1992.
“Betur Seint enn álvara” í 1997
“Rótasúpan” í 2008
Í samband við 40-ára dagin, trína Anfinn & Co. á pall á Norðoyastevnu, tann 29. mai.
Manningin hetta kvøldið eru ikki heilt ókendir innan tónleikabransjuna. Teir eru nevnliga teir góðu gomlu garpanir, og vinmenninir úr Hjarnar – og tað skuldi borgað fyri einum rimmar kvøldi.