Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

“Bakka” – eykasýning

12. mai 2025, 19:00 - 20:30

Free

Vegna góðu undirtøkuna til fyrru sýningina í Varpinum, bjóðar Bakkafrost til eykasýning av heimildarfilminum “Bakka”.

Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av okkara eldhugaðu starvsfólkum.

Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og gerandisdagin hjá okkara starvsfólkum – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi.

Tiltakið er alment og ókeypis, og ikki er tørvur á atgongumerki.

Øll eru vælkomin.

Upplýsingar

  • Dato: 12. mai 2025
  • Klokkan:
    19:00 - 20:30
  • Kostanður: Free