Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Flemmish Cap – kvøld

24. februar 2024, 19:00 - 22:00

100 kr.

Leygarkvøldið 24. feb. verður skipað fyri einum serstøkum Flemmish Cap-kvøldið,  har tosað verður um og sagt søgur frá Flemmish Kap. Eisini bjóðar Gutti Winther eina betri Flemish Kap-máltíð, sum verður kallað Bacalao í Varpinum við m.a. saltfiski og øðrum fiskaúrdráttum.

Neyðugt er at tekna seg til tiltakið fyri at kunna tillaga matgerðina.

Freistin fyri tekningina er mikudagin 21. feb. kl 12.00. Tekna teg til Bacalao í Varpinum her á síðuni.

Gunnar Nolsøe hevur ein afturlítandi tónleikabita frá Flemmish Kap – Brot úr tí mangan góða og annarleiðis tónleikinum, sum Flemmish-Kapparnir komu heim aftur við. Eisini verða sungnar onkrar sjómansvísur, sum Hans Hjalti og Hóraldur spæla undir til. Sjálvandi verða eisini sagdar søgur og hendingar frá Flemmish Kap.

Á Flemish Kap kvøldinum í Varpinum verður eisini greitt frá ferð til Spania, “Fiskafagnaður í Spania” 15. – 22. oktober 2024.

Upplýsingar

Dato:
24. februar 2024
Klokkan:
19:00 - 22:00
Kostanður:
100 kr.
Scroll to Top