
- Hetta tiltakið er liðugt.
Suð, Silvitni og Fljóðljóð
9. mars 2024, 17:00 - 19:00
225 kr.
Vælkomin í Varpið, til eina trífalda kvinnukórskonsert 9. mars!
Kórini vilja varpa ljós á kvinnudagin og geva tykkum eitt upplivilsi, har vit í felag kunnu njóta kvinnurøddir. Hetta er ikki ein kapping um, hvat kór syngur best, men ein fagnaður av sangi og kvinnukórum. Kórini koma at syngja í umleið 15 min. í part og síðani koma tær at framføra okkurt saman eisini. Hetta er fyrstu ferð, at tær fara at syngja saman.
Skráin verður fjølbroytt, har tað mesta verður a capella. Tær koma at syngja okkurt klassiskt, okkurt føroyskt, sálmar, spirituals og Suð kemur at syngja nakrar sangir úr sangleikinum The Sound of Music.
Í Varpinum verður ein steðgur, har høvið verður at práta og at keypa sær ein kaffimunn og dessert niðri í forhøllini.