
- Hetta tiltakið er liðugt.
Fólk í Huganum
1. august 2023, 20:00 - 21:30

Týskvøldið 1.august kl.20 skipa Summartónar og Mentanarhúsið Varpið fyri forkunnugari konsert, á Skúlatrøð í Klaksvík
Tá fáa vit høvið at hoyra tenorin Ernst Sondum Dalsgarð og klaverleikaran Søren Johannsen framføra megnarverkið «Fólk í Huganum», eftir Christian Matras, sum tónaskaldið Paula í Sandagerði hevur smíðað tónleikin til.
Umframt “Fólk í huganum ” framføra teir eisini verk av Mark Hayes, Franz Schubert, Richard Strauss og eisini tveir føroyskar sangir; “Útlegd” viđ orđum eftir Janus H.O. Djurhuus og lag eftir Regin Dahl, og “Vaknađur vársins songur” viđ orđum eftir Jens Dam Jakobsen og lag eftir Knút E. Háberg.
Skrá fyri konsertina
“Fólk í huganum” – Christian Matras / Pauli í Sandagerđi
“On Jordan’s Stormy Banks” – M.Durham / Mark Hayes
“Vaknađur vársins songur” – Jens Dam Jakobsen / Knút E. Háberg
“Útlegd” – Janus H.O. Djurhuus / Regin Dahl
“My Lord, what a morning” – Traditional/Mark Hayes
“Zueignung” – Von Glim / Richard Strauss
“Der Musensohn” – Goethe / Franz Schubert
“Erlkönig” – Goethe / Franz Schubert
Konsertin verður í auluni á Skúlatrøð í Klaksvík.
Atgongumerki á 100 kr. kunnu keypast við dyrnar.
Summartónar 2023 / Mentanarhúsið Varpið