Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Pætur & Úlvurin á Skúlatrøð

8. juli 2023, 17:00 - 18:00

Leygardagin 8.juli kl. 17 verður vælkenda og væl dámda tónleikaævintýrið hjá Sergej Prokofiev framført, í auluni á Skúlatrøð í Klaksvík.

Páll Danielsen (sjónleikari) & 6263 Wind Quintet:
Anna-Maria Buehler (floyta) (FI/DE)
Panu Sivonen (obo) (FI)
Guðni Franzson (klarinett) (IS)
Margrethe Gabrielsen Lysholm (horn) (NO)
Odd Lyngstad (fagott) (NO)
PÆTUR OG ÚLVURIN varð skrivað í 1936 av russiska tónaskaldinum Sergej Prokofiev. Hetta er søgan um Pætur, ið hóast ávaringar frá abba sínum, fer út á grasfløtuna tí úlvurin heldur til í skóginum. Pætur spælir við djóravinirnar, men so kemur úlvurin….
Prokofiev brúkar ljóðførini til at siga frá ævintýrinum. Fagottin er abbin, oboin er dunnan, klarinettin er kettan, floytan er fuglurin, hornið er úlvurin. Og, sjónleikarin Páll Danielsen er frásøgumaður.
Tónaskald: Sergei Prokofieff (1891-1953)
Lagt til rættis fyri blásarakvintett: Joachim Linckelmann
Hvar: Aulan á Skúlatrøð í Klaksvík
Nær: Leygardagin 8.juli kl.17
Kostnaður: Atgongumerki á 100 kr kunnu keypast við dyrnar.
Mentanarhúsið Varpið / Summartónar 2023

Upplýsingar

Dato:
8. juli 2023
Klokkan:
17:00 - 18:00
Scroll to Top