
- Hetta tiltakið er liðugt.
PÁLL BRIM – KONSERT
21. juni 2023, 20:00 - 21:30
100 kr.
Mikukvøldið 21. juni verður forkunnug konsert við Páll Brim og hansara bólki.
Konsertin, sum er í samstarv við Summartónar 2023, verður á Skúlatrøð í Klaksvík, kl.20.
Atgongumerki á 100 kr. verða til keyps við dyrnar.
Páll Brim hevur verið virkin innanfyri tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum Danny & The Veetos í 2013 at Páll byrjaði at skriva egin løg. Í 2020 gav hann sína fyrstu solo EP út: ‘Starting Over’. Í 2021 sang hann nýggja sangin hjá Steintór Rasmussen ‘Góð Góð Góð’ og í 2022 gav hann út staklagið ‘Void of my Soul’. Allir sangirnir hava verið nógv at hoyra í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá Páll kunnu best lýsast sum ein blanding av John Denver & Fountains of Wayne
Páll Brim (sang, akustiskan gittar)
Brynjar Olsen (elektriskan gittar, kór)
Jón Eliassen (tangentar, kór)
Búi Højgaard (bass, kór)
Harald Fonsdal (trummir)
SUMMARTÓNAR / VARPIÐ