Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Fyrilestur við Kent “Kenno” Pedersen

22. apríl 2024, 19:00

Free

”Dansk hitlistemusiker var død i fire minutter efter selvmordsforsøg på grund af narkogæld”

Hetta var yvirskriftin, tá danska tíðindablaðið Jyllandsposten skuldi lýsa niðurtúrin hjá Kent ”Kenno” Pedersen.

Frá 2012-2017 var hann kendur tónleikari í donsku dancehall-duoini Djämes Braun, sum vann fleiri heiðurslønir fyri vælumtókt løg sum t.d. “Kom og giv mig alle dine penge”, “Kvinder og Kanoner”, “Fugle”, “Inficeret” og “Dem vi var”.

Kenno var væl fyri fíggjarliga og hann hevði stóra undirtøku á pallinum.
Men aftanfyri pallin var persónliga trýstið ógvusligt. Hann gjørdist misnýtari av alkoholi og rúsevnum, og uppbygdi eina stóra skuld til vandamikil brotsmannalið. At enda royndi hann at beina fyri sær.

Men Kenno kom undan.

Í dag er hann rúsfríur, og nú roynir hann at hjálpa øðrum:
“Jeg føler, jeg har fået en chance mere. Men jeg har også brug for at fortælle min historie for at komme videre. Nu trækker jeg bukserne ned på mig selv og deler historien, som den er. Forhåbentlig kan det hjælpe nogen mennesker, som kæmper med de samme ting, som jeg har gjort.”

Fyrilesturin hjá Kent Pedersen verður í Varpinum, mánakvøldið 22.apríl, kl.19.

Tiltakið er fyriskipað av viðgerðarstovninum Frælsi, og í samband við tiltakið í Varpinum verða starvsfólk til staðar, um fólk hava spurningar e.l.

Tað er alment og ókeypis at koma og lurta eftir Kent ”Kenno” Pedersen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og køkur verða at fáa.

Upplýsingar

Dato:
22. apríl 2024
Klokkan:
19:00
Kostanður:
Free
Scroll to Top