
- Hetta tiltakið er liðugt.
Nordic Music Camp + DANNY & THE VEETOS trio + Hans Marius Ziska
26. apríl 2024, 19:00 - 21:00
kr.100
Fríggjakvøldið 26. apríl verður høvið at hoyra spildurnýggjar sangir, hjá útvaldum norðurlendskum tónlistafólkum.
Nordic Music Camp er ein norðurlendsk tónleika-lega, har tónleikarar og sangskrivarar úr øllum norðurlondum skriva nýggjan popptónleik saman.
Fyriskiparnir eru Danny Baldursson úr Føroyum, Marie Møller Foged úr Danmark og Janna Yngwe úr Svøríki.
Sangirnar vit sleppa at hoyra hava tey skrivað og framleitt á tónleikaleguni á Hotel Norð á Viðareiði 23-26.apríl.
Seinasta kvøldið verður so konsert í Varpinum. Sangirnir verða ikki allir framførdir, men vit sleppa í øllum førum at hoyra upptøkur av teimum, saman við áhugaverdum lýsingum av listafólkunum.
Harafturat koma Danny Baldursson, Símun Dam og Rúni Hentze frá DANNY & THE VEETOS, at framføra. Hans Marius Ziska fer eisini at spæla nøkur løg.
Nordic Music Camp er komið í lag í samstarvi við DPA, Nordisk Kulturfond, Hotel Norð, Atlantic Airways, FMX, Hotel Hafnia og Klaksvíkar Kommunu.