
- Hetta tiltakið er liðugt.
Listaframsýning 29.apríl – 2.mai
29. apríl 2024, 19:00 - 2. mai 2024, 19:00

Mánadagin 29. apríl kl. 19.00 byrjar ein forkunnug listaframsýning í Varpinum.
Við í framsýningini eru fleiri enn 10 lokal listafólk, sum sýna yvir 30 listaverk fram.
Tey, sum sýna fram, eru: Anna Mohr, Armgarð Absalonsen, Bjørg Mohr, Katrin Andreasen, Maria Mørkøre, Monika Ósá, Vera Mørkøre, Archibald Black, Hanus Lind og Hans Jacob Østerø.
Øll listaverkini eru til sølu.
Rut Brend syngur til ferniseringina, sum verður mánakvøldið 29.apríl, kl.19
Frá týsdegnum 30.apríl til hósdagin 2.mai er framsýningin opin frá kl. 16.00 til 19.00 .