
- Hetta tiltakið er liðugt.
“Okkara framtíðar Klaksvík”
30. apríl 2024, 20:00 - 21:30
Free
Pallborðsfundir, sofaprát og framløgur, ið snúgva seg um trivnað og menning í Klaksvíkar kommunu, hava seinastu árini verið fastur táttur í Virkið vár/Virkið heyst skránni, og sigast má, at tað hevur eydnast væl at skipa fyri minni og størri fundum, har borgarar, vinna og aðrir áhugapartar hava fingið møguleika at koma til orðanna.
Yvirskriftin hesaferð er “Okkara framtíðar Klaksvík”.
Í stuttari framløgu hava fimm borgarar í aldrinum 17 – 39 ár fingið til uppgávu at lýsa, hvat tað er, sum ger, at tey trívast í Klaksvík, og harumframt at koma við boðum uppá, hvat kann gerast enn betur.
Klaksvíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at fara undir arbeiðið at gera eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir. Og hvat er ikki meira viðkomandi enn júst at geva teimum ungu, sum búleikast í býnum, møguleika at koma við nøkrum boðum uppá framtíðina?
Tiltakið verður í býarsalinum í Varpinum týskvøldið 30. apríl kl. 20.00.