Havnarkórið: Große Messe í f-moll eftir Anton Bruckner
2. apríl, 16:00 - 17:00

Havnarkórið fyllir 60 ár
Kórið varð stovnað við ársbyrjan i 1966. Sigst at Útvarpskórið (seinni Havnarkórið) hevði sína fyrstu konsert 12. mars 1966 kl 17.00.
Kórið hevur nærum øll árini verið eitt av lokomotivinum í føroyskum kórsangi. Samstørvini við stórar kórmenn sum Karl Clausen, Vagn Holmboe, Willi Gohl, John Høbye og nógvar aðrar, hevur ment kórið og helst allan korsang í Føroyum nógv.
Seinnu árini hevur kórið í høvuðsheitum verið at roknað sum konsertkór. Men kórið syngur framvegis nýggjari kórtónleik, sum vit hava gjørt heilt frá byrjan.
Sum partur av hátíðarhaldinum í ár eru nógvar konsertir á skrá. Høvuðskonsertirnar vera fyri páskir og seinnapartin av november.
Skírisdag, 2. apríl, kl. 16:00 framførir Havnarkórið veldigu messuna í f-moll fyri kór, solistar og stórt orkestur hjá Anton Bruckner.
Gleðið tykkum til vakran og ikki minst máttmyklan og stórbaran musikk.
Solistar:
Birita Poulsen, sopran (fø)
Kristín Sveinsdóttir, alt (ís)
Petter Moen, tenor (no)
Rory Green, bass (uk)
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen