- Hetta tiltakið er liðugt.
Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello
2. mai, 15:00 - 16:00
100 kr. – 150 kr.
Spennandi, fjølbroyttur og vakur tónleikur fyri sello og klaver.
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes koma til Klaksvíkar at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver.
Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu.
Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina tað mest ikonisku og vøkru laglinjuna í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.
Konsertin er uml. 50 min.
Síggj og hoyr samrøðu við Aksel Remmel og kanadiski selloleikaran Félix Nunes
Dávur Winther: Tikið upp
Erik Biskopstø: Klipt og sett saman